Ískoyti
Pakki 4 og 5 verða við hesum bjóðaðir út av nýggjum.
Viðlagda útbjóðingartilfar, sí https://www.ssl.fo/fo/tidindi/utbjodingin-av-bygdaleidum/ er eisini grundarlag undir hesi útbjóðing við hesum broytingum:
- Í pakkayvirlitinum á síðu 2 og í ferðaætlanum fyri leiðirnar 600 og 601 eru ferðaætlanartímarnir fyri leið 600 og 601 ávikavist 2.877 og 1.435, te. íalt 4.312 tímar um árið.
- Í parti 1 um útbjóðingartreytir á síðu 7 undir pkt. 4 um tíðarfreistir og tíðarætlan er broytingin hendan:
Boðið skal vera Strandfaraskip Landsins í hendi í seinasta lagi hósdagin tann 15. august 2019 kl. 12.00 á skrivstovu felagsins.