• Broyting á leið 100
    Vegna vegarbeiði í Vestmanna koyrir leið 100 ikki eftir Niðara vegi. Koyrt verður ístaðin eftir Ovara vegi og síðani oman til Skálatungu, har bussurin vendir. Steðgað verður eisini við Miðnám í Vestmanna. Broytingin stendur við so longi vegarbeiðið fer fram.
    Seinast dagført: 17. apríl kl. 20:21
  • 7. mai: Seinkingar á leið 90
    Av tí at Teistin er seinkaður á hestleiðini, verða harav seinkingar á fráferðini á leið 90 kl. 16:20 av Havnini og kl. 16:50 úr Nólsoy, týsdag 7. Mai.
    Seinast dagført: 7. mai kl. 15:39
  • 13. mai - 17. mai: Tjørnunes á leið 58
    Frá mánadegi 13. Mai til og við fríggjadag 17. mai verður Ritan á beding. Í hesum tíðarskeiði fer Tjørnunes at røkja siglingina á leið 58. Tjørnunes tekur 12 ferðafólk og fer at sigla eftir ferðaætlanini fyri leið 58. Tjørnunes skal tilkallast smbr. somu mannagongd, ið er galdandi fyru Rituna.
    Seinast dagført: 7. mai kl. 13:36
  • 7. mai: Broyting á leið 61
    Teistin siglir túrarnir av Gomlurætt kl. 14:30 og úr Hesti kl. 14:50, týsdag 7. mai. Arun siglir túrarnir á leið 61 í dag, týsdag 7. mai, av Gomlurætt kl. 17:00 og kl. 19:00 og úr Hesti kl. 17:20 og kl. 19:20.
    Seinast dagført: 7. mai kl. 14:08
  • 7. mai: Ternan á leið 56
    Leið 56 Eftir ætlan ger Sam farmatúr til Svínoyar eftir middag týsdagin 7. mai. Í meðan røkir Ternan siglingina á leið 56. Ternan byrjar í sigling á leið 56 kl. 14:50 tá siglt verður av Klaksvík. Siglt verður smbr. ferðaætlan fyri leið 56. Væntandi verður Sam aftur í sigling á leið 56 kl. 22:00. Plássbílegging umborð á Ternuni er virkandi undir somu treytum sum plássbílegging umborð á Sam.
    Seinast dagført: 6. mai kl. 16:21