• Broyting á leið 100
    Vegna vegarbeiði í Vestmanna koyrir leið 100 ikki eftir Niðara vegi. Koyrt verður ístaðin eftir Ovara vegi og síðani oman til Skálatungu, har bussurin vendir. Steðgað verður eisini við Miðnám í Vestmanna. Broytingin stendur við so longi vegarbeiðið fer fram.
    Seinast dagført: 17. apríl kl. 20:21
  • 7. mai: Broyting á leið 61
    Av tí at Ternan verður flutt á kalsoyarleiðina ímeðan Sam røkir farmaflutning til Svínoynna, verður Serenity settur í sigling á leið 61, seinnapartin týsdagin 7. mai. Ternan siglur fyrstu túrarnir á hestleiðini og fer síðani á kalsoyarleiðina. Serenity siglir fyrsta túrin av Gomlurætt kl. 14:30 og siglt verður smbr. ferðaætlan tað ið eftir er av degnum. Allir túrar eru tilkall og skulu tilkallast 1.5 tíma fyri fráferð. Nærri kunning viðv. tlf. nummarið til tilkalling verður tøkt í morgin fyrrapart. Serenity tekur 12 ferðafólk og møguleiki eru fyri eykatúrum um tørvur er.
    Seinast dagført: 6. mai kl. 16:26
  • 7. mai: Ternan á leið 56
    Leið 56 Eftir ætlan ger Sam farmatúr til Svínoyar eftir middag týsdagin 7. mai. Í meðan røkir Ternan siglingina á leið 56. Ternan byrjar í sigling á leið 56 kl. 14:50 tá siglt verður av Klaksvík. Siglt verður smbr. ferðaætlan fyri leið 56. Væntandi verður Sam aftur í sigling á leið 56 kl. 22:00. Plássbílegging umborð á Ternuni er virkandi undir somu treytum sum plássbílegging umborð á Sam.
    Seinast dagført: 6. mai kl. 16:21